Heilsufrøðiliga starvsstovan, er stovnur undir Vinnumálaráðnum (sí www.vmr.fo). Fyri Vinnumálaráðið, røkir starvsstovan eftirlituppgávur á matvøru- og djórasjúkuøkinum, og rekur kanningarstovuvirksemi. Kanningarstovuvirksemi er av Vinnumálaráðnum útnevnd at verða føroysk tilvísingarkanningarstova (referencelaboratorium). Sí hesa slóðina. Frá 1/1/2010, hava vit eisini havt aliumsitingina um hendi.
Tað er ein skipað tilkallivaktarskipan á stovninum. Skulu t.d. heilsuváttanir undirskrivast / gerast uttanfyri avgreiðslutíð stovnsins, ber hetta til. Tó skal hetta sum útgangspunkt verða nærri avtalað í arbeiðstíð.
Haraftrat er tað ein almenn djóralækna tilkallivakt, ið er virkin uttanfyri avgreiðslutíð stovnsins. T.v.s. gerandisdagar frá kl. 16.00 seinnapartin til 09.00 um morgunin, leygar- sunnu- og halgidagar frá 00.00 - 24.00. Vakttelefonin er 55 64 02.
Bankaupplýsingar
Peningastovnskonti hjá Heilsufrøðiligu starvstovuni
Peningastovnskonti-irnar verða umsitnar av Føroya gjaldstovu.
Tá goldið verður, er tað at týdningi, at rokningsnummarið verður upplýst. Rokningar frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, byrja við 110220xxxxxx ella 110240xxxxxx
V-talið hjá stovninum
Virkistalið (V-talið) hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, er 375 721.
EAN tal-ið
EAN talið er ein kota ið skal brúkast, tá rokningar verða móttiknar elektroniskt. Gjaldstovan hevur boðað frá, at okkara EAN tal er 5797100000577. Standardurin ið liggur aftanfyri hetta talið, er danski OIO - standardurin.
Okkara danska og eingilska stovnsnavn
Á donskum er okkara navn: Fødevare- og Veterinærstyrelsen. Á eingilskum er okkara navn: Food-, and Veterinary Agency.