Heilsufrøðiliga starvsstovan, er stovnur undir Vinnumálaráðnum (sí www.vmr.fo). Fyri Vinnumálaráðið, røkir starvsstovan eftirlituppgávur á matvøru- og djórasjúkuøkinum, og rekur kanningarstovuvirksemi. Kanningarstovuvirksemi er av Vinnumálaráðnum útnevnd at verða føroysk tilvísingarkanningarstova (referencelaboratorium). Sí hesa slóðina. Frá 1/1/2010, hava vit eisini havt aliumsitingina um hendi.
Niðanfyri er starvsfólkalistin, sorteraður eftir fornavni. Til ber at leita eftir starvsfólki í windows browsaranum, við at brúka "rediger" og so "søg".
Niðanfyri er víst upplýsignar um okkara upplatingartíðir, herundir eisini okkara vakttelefon, ið er virkin uttanfyri upplatingartíðirnar.
Tað er ein skipað tilkallivaktarskipan á stovninum. Skulu t.d. heilsuváttanir undirskrivast / gerast uttanfyri avgreiðslutíð stovnsins, ber hetta til. Tó skal hetta sum útgangspunkt verða nærri avtalað í arbeiðstíð.
Haraftrat er tað ein almenn djóralækna tilkallivakt, ið er virkin uttanfyri avgreiðslutíð stovnsins. T.v.s. gerandisdagar frá kl. 16.00 seinnapartin til 09.00 um morgunin, leygar- sunnu- og halgidagar frá 00.00 - 24.00. Vakttelefonin er 55 64 02.