Heilsufrøðiliga starvsstovan, er stovnur undir Vinnumálaráðnum (sí www.vmr.fo). Fyri Vinnumálaráðið, røkir starvsstovan eftirlituppgávur á matvøru- og djórasjúkuøkinum, og rekur kanningarstovuvirksemi. Kanningarstovuvirksemi er av Vinnumálaráðnum útnevnd at verða føroysk tilvísingarkanningarstova (referencelaboratorium). Sí hesa slóðina. Frá 1/1/2010, hava vit eisini havt aliumsitingina um hendi.