Her eru ritgerðir, frágreiðingar og annað líknandi tilfar, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur givið út, ella hevur verið við til at geva út. Nógvar av frágreiðingunum eru úrslit av verkætlanum, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðið fyri ella luttikið í.
Ferðavinna og útboð av mati
Dagfesting: Desember 2009
Samandráttur: Endamálið við frágreiðingini er at lýsa útboð av mati til ferðafólk, í mun til matvørulógina.
Sláturbólkurin
Dagfesting: November 2009
Samandráttur: Lýsing av møguleikum og avbjóðingum við løggildum slátri av neytum og seyði
Kanningar av dálkingarsstøðuni í Sørvágsvatni/Leitisvatni
Dagfesting: 7. november 2007
Samandráttur: Frágreiðingin er gjørd fyri at kanna um vatnið er egnað sum rávatn til drekkivatn. Sama frágreiðing finst aðrari útgávu, har øll rádatu eru hjáløgd.
Árstíðarvariatiónir. Kanning av rávatnsýnum.
Dagfesting: 1. januar 2004
Samandráttur: Árstíðarvariatiónir av rávatnssýnum eru kannaði yvir eitt tíðarskeið frá mai 2000 til apríl 2001. ùrslitini eru samanborin við krøv, sum EU setur til omanávatn, t.e. 75/440/EØF om kvalitetskrav til overfladevand som anvendes til drikkekvand i medlemsstaterne.
Barnakonur: Etið føroyskan tosk
Dagfesting: Februar 2007
Samandráttur: Evnafrøðiligar greiningar vísa, at føroyskur toskur inniheldur 5-8 ferðir størri nøgdir av folinsýru og helvtin meira av grundevninum selen enn toskur í grannalondum okkara.
Statistical analysis of timeseries
Dagfesting: November 2006
Samandráttur: Hagfrøðilig viðgerð av úrslitum frá umhvørviskanningum fyri at kanna um dálkingarstøðan broytist yvir tíð.
Leistur fyri kommunalar tilbúgvingarætlanir ímóti oljudálking
Dagfesting: Nov. 2005
Samandráttur: Frágreiðing,ið gevur kommunum eitt útgangsstøði, tá farið verður undir at gera eina kommunala tilbúgvingarætlan at niðurberja og basa
oljudálking á sjónum innan fyri ábyrgdarøkið hjá kommununi.
Umhvørvið og oljuleiting. Umhvørvislig krøv og kanningar á føroyskum øki.
Dagfesting: 2005
Samandráttur: Bóklingurin lýsir í stuttum verkætlanir, kanningar og gransking, sum oljuvinnan, myndugleikar og stovnar hvør sær og saman hava gjørt fyri at fáa til vegar vitan og kunnleika um náttúru og umhvørvi í sambandi við oljuleitingar.
Coastal baseline
Dagfesting: 1. januar 2004
Samandráttur: Exposure and effects of PAH on fish in the coastal zone around the Faroe Islands
Oljudálking í føroyskum firðum
Dagfesting: Juli 2010
Samandráttur: Frágreiðingin lýsir fyrst og fremst úrslit frá kanningum,
sum Heilsufrøðiliga starvsstovan og Umhvørvisstovan hava gjørt í sambandi við fýra størri oljudálkingar, sum hava verið seinastu árini. Harumframt eru úrslit frá kanningum, sum eru gjørdar áður, savnað í einum afturliti.
Bromerað flammu-tálmandi evni í føroyskum mati
Dagfesting: Januar 2009
Samandráttur: Kanningarnar vísa, at innihaldið av PBDE var lægst í toski og føroyskari mjólk, meðan innihaldið vaks nakað fyri matvørurnar høsnaregg og kalva. Eisini var ein øking í seyðatálg og smør, meðan hægsta innihaldið var funnið í nátarungafita og grindhvalalivur.
Dioksin í føroyskum matvørum
Dagfesting: Oktober 2006
Samandráttur: Kanning er gjørd av dioksin og dioksinlíknandi PCB í føroyskum matvørum. Kanningin vísti, at dioksininnihaldið í føroyskt framleiddu landbúnaðarvørunum og fiski var lágt, og munandi lægri enn miðal í Evropa.
Lágt dioksininnihald í føroyskum eggum
Dagfesting: Januar 2007
Samandráttur: Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið kannað dioksin og dioksinlíknandi PCB í føroyskum eggum, sum vóru keypt í handlinum í novembur 2006. Í kanningini varð staðfest, at innihaldið av dioksin og dioksinlíknandi PCB í føroyskum eggum var lægri enn í donskum eggum, og eisini lægri enn miðal í evropeiskum eggum sum heild. Innihaldið av dioksin og dioksinlíknandi PCB var rættiliga javnt uml. 0.2 pg TEQs/g fiti hvørt, og tilsamans í miðal 0.4 pg TEQ/g fiti, ella minni enn 10% av tað sum er hægstamark í ES.
Dioxin and PCB in pelagic fish
Dagfesting: Apríl 2003
Samandráttur: Dioxin and PCBs in four commercially important pelagic fish stocks in the North East Atlantic
Føroyskar føðslutalvur
Dagfesting: 1995
Samandráttur: Føroyskar føðslutalvur geva yvirlit yvir innihald av proteinum, fiti, kolvetni, vatni, kolesteroli, mineralum, sporevnum og vitaminum í føroyskum matvørum.
Faroese Food Composition Tables
Dagfesting: 1995
Samandráttur: Faroese Food Composition Tables survey the content of protein, fat, carbohydrate, water, cholesterol, minerals, trace elements and vitamins in Faroese food.
Innihaldsevni í føroysum toski
Dagfesting: 01-01-2004
Samandráttur: Ein frágreiðing bæði viðvíkjandi stovni, føði, veiðu og innihaldsevnum í toski.
An Index of Faroese cod
Dagfesting: 01-01-2004
Samandráttur: An index describing growth, feeding, fishing and content of minerals, nutritionals, fatty acids and, heavy metals etc.
Frágreiðing viðv. Vatnsnesvatni
Dagfesting: 10. mai 1996
Samandráttur: Tulking av kanningum, sum eru gjørdar á Vatnsnesvatni.
Føroya umhvørvi í tølum, 2001
Dagfesting: 2004
Samandráttur: Føroya umhvørvi í tølum 2001, har umhvørvisdata til og við 2000/2001 eru víst.
Føroya umhvørvi í tølum, 2003
Dagfesting: 1. januar 2004
Samandráttur: Datagrunnur, við tølum sum stovnar á Debesartrøð lata til hesa ritgerðina
A study on fatty acid composition of faroese lamb meat
Dagfesting: 2001
Samandráttur: Endamálið við verkætlanini var at kanna hvørja ávirkan árgangur, arvur, vekt og kyn hevur á fitisýrusamansetingina hjá føroyskum seyði. Fitisýrusamansetingin hjá 133 lombum yvir 3 ár eru kannað. Lombinini vóru undan 38 ær og 6 veðrum, ær og veðrar eru eisini kannað
OSPAR CEMP eftiransingarskipan í Føroyum í 2005
Dagfesting: Jan. 2007
Samandráttur: Frágreiðingin vísur úrslit av umhvørviskanningum av serliga havumhvørvinum, sum skulu gerast sambært OSPAR sáttmálanum ella UN-ECE LRTAP tungmetal protokollini. Millum annað eru árligu kanningarnar av Mýlingsgrunna toski. Onnur sýnissløg, sum verða kannað eru sedimentir og kræklingur. Mosi, sum verður kannaður 5. hvørt ár, er eisini við í hesi frágreiðingini.
Virksemisfrágreiðing, 2005-2006, Firðir og dálking
Dagfesting: 15. mars 2007
Samandráttur: Frágreiðingin lýsir virksemi hjá arbeiðsbólkinum "Firðir og dálking" í tíðarskeiðinum 2005-2006. Inniheldur m.a. tilfar frá verkstovu, litteraturlista og upplýsingar um metadátur.
Vandkvaliteten i den færøske fiskeindustry
Samandráttur: Á seks ymiskum støðum er drekkivatn og rávatn kannað tríggjar ferðir í eitt ár. Kanningarúrslitini fyri drekkivatn eru mett eftir EU-direktivið 80/778/EØF og kanningarúrslitini fyri rávatn eru mett eftir EU-direktivið 75/440/EØF.
Klor
Samandráttur: Klor og klor's reaktions-produkter i vand og fisk.
Smakkiroyndir av turrum kjøti
Samandráttur: Eitt smakkipanel smakkaði uppá turt kjøt frá seks ymiskum bøndum. Úrslitini vóru hildin saman við hvar kjøt gestir á veitslu dámdu best.
Gulllaksur goymdur í ís_sjógvblanding CSW
Gulllaksur goymdur í ís_sjógvblanding CSW - haldgóðska og saltleiki - royndir gjørdar við m_tr Magnus Heinason og á Bakkafrost
Listeria monocytogenes í sjómati
Listeria monocytogenes í sjómati – Kanningar av listeria í aldum laksi, royktum laksi og svartkalva og í framleiðsluumhvørvinum