Sum tað framgongur av reglugerðini fyri stovnin (sí hesa slóðina), so er okkara kanningarstova tann føroyska tilvísingarkanningarstovan (referencelaboratorium), innanfyri tey økir ið Heilsufrøðiliga starvsstovan varðar av, nevniliga mat- og veterinerøkið. Ein tilvísingarkanningarstova merkir m.a., at tá tað innan veterinerøkið skal takast ein sjúkuavgerð, skulu kanningarnar verða gjørdar á einari tilvísingarkanningarstovu (referencelaboratorium).
Niðanfyri vísa vit yvirlit yvir hvørjar høvuðsreglur, mannagongdir, oyðubløð og yvirlit, sum eru í gildi í løtuni. Nógv av góðskuskjølunum eru skrivaði á donskum, eftirsum skipanin er góðkend av DANAK, ið er ein danskur stovnur.