Stutt lýsing av skiljiblaðnum arbeiðsøki
Arbeiðsøkini eru skipað eftir arbeiðsøki, t.e. matur og djór, eftir virkisøki, t.e. eftirlit, kanningar , tænastur, fyristing, gransking og kærur og eftir slag av áhugabólki sum onkurvegna hevur nakað við okkum at gera, t.e. inn- og útflytarar, virki, fiskavirki, matstovur og handlar, kommunur, alarar og lesandi.
Trýst teg fram til tað, tú leitar eftir. Um tú ikki finnur tað, tú leitar eftir, so ring 55 64 00 og vit hjálpa tær !
Heilsufrøðiliga starvsstovan umsitur djórasjúkulóg og kunngerðir við heimild í hesari lóg. Sum heild merkir hetta, alt virksemi sum er tilknýt at alivinnuni, hvat sjúkufyribyrging viðvíkur. Tað verið seg flutningsloyvi, frárensluvatn frá sláturvirkjum, góðkenning av flutningsfyritøkum, yvirvøka av sjúkustøðuni og nógv annað virksemi í hesum sambandi. Hvat viðvíkjur kleyvdýrum verður loyvið givið til innanlands flutning.
Heilt avgerðandi fyri skikkaðum arbeiði á djóraøkinum, og tá serliga øllum tí sum viðvíkur djórasjúkum, verður framhaldandi ein fiska- og djórasjúkukanningarstova uppbygd á stovninum