Innflutningur til Føroya. Tað er loyvt at innflyta hundar og kettur til Føroya, um djórini lúka serligu innflutningskrøvini um koppseting og viðgerð fyri sníkar. Hundahvølpar og kettlingar skulu minst verða 12 vikur, tá ið teir verða koppsettir, og kunnu so innflytast 4 vikur eftir koppsetingina.
Annars kann sigast, at bert persónar ið búgva í Føroyum ella ætla at flyta til Føroya, kunnu innflyta kelidjór.
Reglur fyri innflutningi av hundum og kettum eru í "Vegleiðing í sambandi við innflutning av hundi/kettu til Føroya", sí hesa slóðina. Onnur kelidjór enn hundar og kettur, skulu eisini hava innflutningsloyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, áðrenn tey verða innflutt.
Frá 1. mars 2006 er tað soleiðis, at flutningsfeløgini kanna veterineru váttaninar, áðrenn djórini koma umborð á flutningsfarið til Føroya.
Ferðing uttanlanda við kelidjóri. Tað eru serligar reglur galdandi, tá ið føroyingar ferðast uttanlanda við hundi og kettu. Best er at kanna krøvini fyri ferðing við hundi og kettu í londunum, hagar ferðast verður til. Á hesari slóðini eru leinkjur til stovnar sum Heilsufrøðiliga starvsstovan í norðanlondum / Evropa.
Fyri hundar, skal hundurin hava eitt hundapass frá privat starvandi djóralæknanum, har djóralæknin skrivar nær hundurin er koppsettur. Djóralæknin skal kanna hundin í fyrsta lagi 24 tímar áðrenn fráferð. Djóralæknin skal vátta í hundapassið, at hundurin er frískur. Hundapassið skal eisini stemplast av embætisdjóralækna á Heilsufrøðiligu starvsstovuni aftaná at djóralæknin hevur kannað hundin og dagført passið. Best er í góðari tíð frammanundan at boða okkum frá nær passið skal stemplast. Hetta er fyri at tryggja sær, at ein djóralækni er til staðar á stovninum.
Upplýsingar. Upplýsingar viðvíkjandi kelidjórum eru ymsastaðni á hesari heimasíðuni. Um tú ert á fyrstu síðu á heimasíðuni og vil hava vegleiðinandi tilfar um kelidjór, so far undir skiljiblaðið: KUNNANDI TILFAR síðani VEGLEIÐINGAR og síðani KELIDJÓR. Vil tú hava fatur á oyðubløðum, far so undir UMSÓKNAR - OG OYÐUBLØÐ tá tú er á fyrstu síðu, síðani KELIDJÓR og har finnur tú oyðubløð, alt eftir um tú skal innflyta dýr ella útflyta kelidjór. Haraftrat finst alt á eingilskum og donskum. Spurningar og svør viðv. kelidjórum, finnur tú UM OKKUM og so OFTAST SETTIR SPURNINGAR.
Vilt tú vita meira um eftirlitið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni við kelidjórum, so ring til okkum á tlf. 55 64 00, ella send ein teldupost til hfs@hfs.fo