Logga á
Logga á
Forsíða
Forsíða
Oyðublað til flutning av kleyvdýrum, oyggjanna millum.Oyðublað til flutning av kleyvdýrum, oyggjanna millum.
Góðkenningar o.a.Góðkenningar o.a.
HeilsuváttanirHeilsuváttanir
AliumsitingAliumsiting
VegleiðingarVegleiðingar
FráboðanirFráboðanir
PostlistiPostlisti
KelidjórKelidjór
HagtølHagtøl
RitgerðirRitgerðir
KanningarstovurKanningarstovur
SpurningarSpurningar
Øll starvsfólkØll starvsfólk
Leys størvLeys størv
SlóðirSlóðir

English IssuesEnglish Issues
Search
Víðkað leitingingarVíðkað leitingingar

Bústaðir

Eftirlitsdeildir og umsiting
Falkavegur 6, 2. hædd
FO-100 Tórshavn
Kanningarstovur
V.U.Hammershaimbsg. 11
FO-100 Tórshavn
Aliumsitingin
Vágsvegur 22
FO-900 Vágur

Postadressa er
Falkavegur 6, 2. hædd
FO-100 Tórshavn

Telefon/telefax:

Tel.: + 298 55 64 00
Fax.: + 298 55 64 01
Teldupostur til okkum: hfs@hfs.fo

Upplatingartíðir
 Evni á hfs.fo
  
OLJUDÁLKING Á SJÓNUM

Oljudálking á sjónum er ein afturvendandi trupulleiki. Orsøkin er ofta, at olja rennur yvir tá bunkrað verður.
Í mun til ábyrgdarøkini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni er talan um at trupulleikar kunnu verða við øllum livandi í havinum sum seinni verður matur, t.d. fiskur og hummarar, men sanniliga eisini í mun til alivinnuna og raksturin av alibrúkum.



Ábyrgd

Tað eigur ikki at koma fyri, at olja rennur á sjógv. Orsøkirnar til flestu óhappini eru uttan iva vánaligar mannagongdir og ósketni. Tey, sum fáast við bunkring ella annað virksemi við olju, hava ábyrgd av, at einki rennur á sjógv.

Fráboðan
Øll, sum varnast oljudálking, skulu beinanvegin boða frá:
Oljudálking á sjónum skal fráboðast MRCC-Tórshavn, tlf. 351300, teldupost: mrcc@mrcc.fo.

MRCC-Tórshavn boðar síðani øðrum myndugleikum frá, eitt nú sløkkiliðinum, løgregluni, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Umhvørvisstovuni o.ø. myndugleikum.

Viðv. upplatingartíðir á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, herundir eisini tilkallivakt eftir arbeiðstíð, sí niðast á hesi síðuni.

Upprudding av olju á sjónum og aliøkir
Kemur oljudálking nærhendis alibrúki, skulu vit gera vart við at øll ferðsla av útgerð í.s.v. oljuálking inn- og út av aliøkjum, skal verða í fullum samsvari við kunngerð um flutning av akvakulturdýrum v.m. (kunngerð nr. 98 frá 2003). Hetta merkir at flutningsloyvi krevst frá embætisdjóralækna, áðrenn oljuverndarútgerð verður flutt inn á aliøkið og somuleiðis krevst flutningsloyvi frá embætisdjóralækna, áðrenn oljuverndarútgerð ella burturkast í hesum sambandi, verður tikið av aliøkinum aftur.


 Frágreiðingar
Frágreiðing um oljudálkingar
Havnarvág 2002 - ein kanning av dálkingarstøðuni av Havnarvág og Yviri við Strond á sumri 2002Havnarvág 2002 - ein kanning av dálkingarstøðuni av Havnarvág og Yviri við Strond á sumri 2002
Dagfesting: Apríl 2003
 Vegleiðingar
Á sjónum - fráboðanartalvaÁ sjónum - fráboðanartalva
Á landi - fráboðanartalvaÁ landi - fráboðanartalva
 Lóggáva

Nýggja matvørulógin, t.e. løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m. hevur í grein 4, hesa áseting:
"Stk. 3. Tá ið vandi er fyri, at matvørur úr ávísum landafrøðiligum økjum eru dálkaðar, eitt nú hava verið fyri geislavirkni ella umhvørvisdálking, ella á annan hátt kunnu vera ónýtiligar sum fólkamatur ella fóður, kann landsstýrismaðurin við avgerð banna, avmarka ella áseta treytir fyri marknaðarføring av slíkum vørum. 
 Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, eitt nú banna, avmarka ella áseta treytir fyri at dyrka grøði, ala húsdýr og fisk, veiða, fiska ella henta frukt, ber, soppar v.m. á teimum í stk. 3 nevndu landafrøðiligu økjunum, sjálvt um dyrking, aling, veiða, fiskiskapur ella henting ikki fer fram við marknaðarføring fyri eyga. "

 Slóðir
62 N í útvarpinum: Um oljudálking62 N í útvarpinum: Um oljudálking
Trýst her og hoyr hvat varð sagt um oljudálking í útvarpssendingini 62 N tann 16. okt. 2006. Krevur at teldan kann opna Mp3 fílar.
LøgreglanLøgreglan
Løgreglan skal fráboðast tá oljudálking er á landi
Sjóbjargingarstøðin MRCC- TórshavnSjóbjargingarstøðin MRCC- Tórshavn
MRCC-Tórshavn skal fráboðast tá oljudálking er á sjónum
 Annað viðkomandi tilfar á hfs.fo
  
Frágreiðing um oljudálkingar
Samandráttur: Úrslit frá kanningum av oljudálkingum í Føroyum eru nú savnað í nýggjari umfatandi frágreiðing.
Oljusperrur til alibrúk
Samandráttur: Prototypan er nú roynd. Ávegis broytingar skulu gerast og tá er neyðuga grundarlagið fingið til vega, at gera nokk av oljusperrum ið kunnu verja alibrúk móti oljudálking.
Oljuverja til ein aliring / eitt alibúr
Samandráttur: Í kjalarvørrinum av hendingini við Olshanu, verða serliga oljuverjur gjørdar, sum væntandi kunnu verja aliringar/alibúr móti oljudálking.
Uppruddingin heldur áfram, men veðrið tarnar eisini arbeiðinum
Samandráttur: Uppruddingararbeiðið inni á Skálafjørðinum og yvir staðnum, har Olshana liggur, heldur fram. Ætlanirnar um at leggja havgangandi oljuverjur út, eru útsettar, tí bíðað verður eftir líkindum. Oljan hevur flutt seg longur norður í Sundalagið og longur inn á Skálafjørðin.
Tíðindaskriv frá Innlendismálaráðnum, Heilsufrøðiligu starvsstovuni og Tilbúgvingarstovni Føroya
Samandráttur: Í gjárkvøldið vórðu uppruddingarátøk sett í verk inni á Skálafjørðinum og í Tangafirði/Sundinum. Eisini eru bátar á staðnum, har vrakið av russiska trolaranum Olshana liggur.
Tíðindaskriv um russiska trolaran, sum er sokkin við Flesjarnar
Samandráttur: Kunning og fyribils tilmæli í sambandi við at trolarin Olshana er sokkin við Flesjarnar.
Skeið um oljuskiljarar
Samandráttur: Vilt tú vita hvussu ein oljuskiljari virkar og skal viðlíkahaldast, so tekna teg til skeiðið tann 30. mai 2007. Les meira...
Oljudálkingin í Vági
Samandráttur: Heilsufrøðiliga starvsstovan fegnast um, at Fuglafrøðifelagið vísir áhuga fyri oljudálkingini frá Vágsverkinum. Lesið viðmerking í sambandi við fyrispurning frá felagnum.
Neyðugt við tilbúgvingarætlanum
Samandráttur: Leistur at gera eina kommunala tilbúgvingarætlan ímóti oljudálking er gjørdur - øllum kommunum frítt at brúka.
 
 
 Nærri upplýsingar

Vilt tú vita meira um oljudálking, so ring til Lailu S. Jacobsen á matvørudeildini ella Øssur Hansen á fiska- og djórasjúkudeildini, tlf. 55 64 00, ella send ein teldupost til hfs@hfs.fo.


Mándag - Hósdag
Monday - Thursday


09:00 - 12:00
13:00 - 16:00

Fríggjadag
Friday


09:00 - 12:00
13:00 - 15:00

Eftir arbeiðstíð og vikuskifti / haldidagar


Tað er ein skipað tilkallivaktarskipan á stovninum. Skulu t.d. heilsuváttanir undirskrivast / gerast uttanfyri avgreiðslutíð stovnsins, ber hetta til. Tó skal hetta sum útgangspunkt verða nærri avtalað í arbeiðstíð.

Haraftrat er tað ein almenn djóralækna tilkallivakt, ið er virkin uttanfyri avgreiðslutíð stovnsins. T.v.s. gerandisdagar frá kl. 16.00 seinnapartin til 09.00 um morgunin, leygar- sunnu- og halgidagar frá 00.00 - 24.00. Vakttelefonin er 55 64 02.