HEYSTIÐ
- TEMASÍÐA

Botulisma er ein eitran, sum kann gerast lívshættislig. Men tað eru nøkur stig, tú sum flettingarmaður kann taka, fyri at minka um vandan fyri hesi álvarsligu eitran. Vit hava savnað saman nøkur ráð, sum kunnu hjálpa tær at fáa reint kjøt út í hjallin at hanga.

Eisini lýsa vit onnur viðurskifti, sum eru viðkomandi heilsufrøðiliga sæð, nú heystið er.

 Góð ráð viðvíkjandi slátri
Seyðurin áðrenn slátur

Sláturrúmið

Slátrið

Hjallurin

Sláturgongdin omanfyri. Prentara egna.Sláturgongdin omanfyri. Prentara egna.

Íløt, knívar og klútar
Fingu botulismu av turrum kjøti - tríggir tilburðir í 2007
 Reinførisráð

Reinføri er alneyðugt fyrivarni móti smittu og mateitran
Samandráttur: Her kanst tú kunna teg um øll reinførisviðurskifti viðv. kjøti, flettarum, útgerð o.a.

Fletting og leivdir frá flettingFletting og leivdir frá fletting
Samandráttur: Hetta er ein dagførd samanskriving av øllum viðurskiftum sum hava við fletting og leivdir frá fletting at gera.
Tiðindaskriv viðv. fletting og botulismuTiðindaskriv viðv. fletting og botulismu
Samandráttur: Hetta er ein samanskriving av øllum viðurskiftum viðvíkjandi fletting, fyri at sleppa undan botulismu
 Djóraverndarligur flutningur
Dagfesting: 30. august 2010
Forboð er at flyta livandi seyð og neyt millum oyggjar
Dagfesting: 27. september 2007
Innanlands flutningur av seyði
 Burturkast frá heystinum

Leivdir frá fletting skulu verða burturbeindar í bingju, ætlað til endamálið
 Fuglaveiða

Dagfesting: 12. september 2007
Dálkingarevni í náta
Dagfesting: 24. august 2007
Nátasjúka í Føroyum
 Hjáframleiðslur
Frá 1/1/2008, skal alt lívrunnið sláturburturkast í burturkastskipanina

Útflutningur av seyðaskinnum
 Kunning
Dagfesting: 10. desember 2009
Frágreiðing frá sláturbólki, um skipan av nýggjum reglum um slátur av seyði og neytum
Samandráttur: Landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum varðar av matvørutrygd, djóraheilsu og djóravælferð, heitti í vár á Heilsufrøðiligu starvsstovuna um at skipa arbeiðsbólk (nevndur sláturbólkurin) við umboðum fyri avvarðandi partar í vinnuni og almennu fyrisitingini, at gera eina ítøkiliga ætlan fyri fremjan av sláturreglum sambært nýggja matvørulógaruppskotinum.
 Viðkomandi ritgerðir
SláturbólkurinSláturbólkurin
Samandráttur: Lýsing av møguleikum og avbjóðingum við løggildum slátri av neytum og seyði
Smakkiroyndir av turrum kjøtiSmakkiroyndir av turrum kjøti
Samandráttur: Eitt smakkipanel smakkaði uppá turt kjøt frá seks ymiskum bøndum. Úrslitini vóru hildin saman við hvar kjøt gestir á veitslu dámdu best.
Føroyskar føðslutalvurFøroyskar føðslutalvur
Samandráttur: Føroyskar føðslutalvur geva yvirlit yvir innihald av proteinum, fiti, kolvetni, vatni, kolesteroli, mineralum, sporevnum og vitaminum í føroyskum matvørum.
Dioksin í føroyskum matvørumDioksin í føroyskum matvørum
Samandráttur: Kanning er gjørd av dioksin og dioksinlíknandi PCB í føroyskum matvørum. Kanningin vísti, at dioksininnihaldið í føroyskt framleiddu landbúnaðarvørunum og fiski var lágt, og munandi lægri enn miðal í Evropa.
Lágt dioksininnihald í føroyskum eggumLágt dioksininnihald í føroyskum eggum
Samandráttur: Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið kannað dioksin og dioksinlíknandi PCB í føroyskum eggum, sum vóru keypt í handlinum í novembur 2006. Í kanningini varð staðfest, at innihaldið av dioksin og dioksinlíknandi PCB í føroyskum eggum var lægri enn í donskum eggum, og eisini lægri enn miðal í evropeiskum eggum sum heild. Innihaldið av dioksin og dioksinlíknandi PCB var rættiliga javnt uml. 0.2 pg TEQs/g fiti hvørt, og tilsamans í miðal 0.4 pg TEQ/g fiti, ella minni enn 10% av tað sum er hægstamark í ES.
A study on fatty acid composition of faroese lamb meatA study on fatty acid composition of faroese lamb meat
Samandráttur: Endamálið við verkætlanini var at kanna hvørja ávirkan árgangur, arvur, vekt og kyn hevur á fitisýrusamansetingina hjá føroyskum seyði. Fitisýrusamansetingin hjá 133 lombum yvir 3 ár eru kannað. Lombinini vóru undan 38 ær og 6 veðrum, ær og veðrar eru eisini kannað
Dried meat in Faroe Islands, the process and microbiological aspects - hygiene and safety aspectsDried meat in Faroe Islands, the process and microbiological aspects - hygiene and safety aspects
Samandráttur: Fyrilestur hjá Birnu Mørkøre, hildin á ráðstevnu, um turt kjøt.
 Viðkomandi evnir her á síðuni

Okkara evnissíða um kelidjór

Okkara evnissíða um drekkivatn
 Nærri upplýsingar

Vilt tú vita meira um tema-ið heystið ella saknar okkurt tilfar her á síðuna, so ring til okkum á tlf. 55 64 00, ella send ein teldupost til hfs@hfs.fo.


Greið boð      

Visti tú, at tú hvørki luktar ella smakkar, um botulismueitur er í kjøtinum
Seyður skal verða turrur og reinur; frískur og hvíldur tá hann verður flettur
Ansa eftir, at vælindi og barki ikki verða skadd, tá svavt verður

Tá seyðurin er svævaður og tummingin byrjar má einki skitið koma at kjøtinum / Minst til, at alt sum kemur at krovinum skal vera reint og frítt fyri sjúkuelvandi bakteriur.
At ullin ikki nertir við krovið, og at amboð og fólk, ið nerta við ullina, ikki koma í samband við krovið
At gor ikki kemur á kjøtið, tá tikið verður innanúr
Minnist til, at vembur og vil ikki skulu tømast og vaskast í sláturrúminum meðan slátur fer fram.
Visti tú, at knívar eiga at vera skáldaðir ímillum hvørt kríatúr, og tá teir annars vera dálkaðir.
 

 

Vandið tykkum um tað persónliga reinførið. Verið í reinum arbeiðsbúna og vaska tíðum hendur.

Brúkið eingangsklútar og vaskið hendurnar tíðum í rennandi lunkaðum vatni.
Sláturrúm skal vera ljóst og úr tilfari, ið er hart, slætt og lætt at halda reint.
Minst til, at krovið skal hongjast út í hjallin beinanvegin tað er liðugt flett.
Minst til, at kjøt skal goymast kalt, og eigur ikki at verða hongt upp um lýtt og slavið er í veðrinum.

Hjallurin skal verða turrur, vardur móti skaðadjórum og hava góðan støðugan luftstreym.