At ferðast úr Føroyum við hundi ?

Svar: Fert tú at ferðast við hundi, er vert at kanna í landinum tú fert til, hvat krevst fyri at innflyta hundin til landið. Á okkara heimasíðu eru slóðir til tilsvarandi stovnar sum vit, í øðrum londum.

Í Danmark er tað Fødevarestyrelsen ið er myndugleikin, www.fvst.dk. Heimasíðan hevur góðan leitara, inntastar tú "Færøerne" kemur ymiskt framm, ið hevur við Føroyar at gera. M.a. vísur hendan slóðin tær beint til teirra ásetingar viðv. innflutningi til Danmarkar, av hundum úr Føroyum.
Eftir at ferðingin uttanlanda er liðug kemur tú heimeftur við hundinum. Vit hava gjørt eina vegleiðing við krøvunum, vit seta í Føroyum, tá hundar verða innfluttir aftur.
Reglurnar fyri hundar og kettur eru tær somu.