Skulu allir hundar koppsetast móti Rabies ?

Svar: Allir hundar, sum verða innfluttir til Føroya, skulu verða koppsettir fyri Rabies minst ein mána áðrenn teir koma til Føroyar. Koppsetingin má heldur ikki verða eldri enn 1 ár.
Hundarnir skulu eisini koppsetast móti hundasjúku (Canine distemper), parainfluenza, livrasótt (infectious canine hepatitis), parvovirus og leptospirosu.
Á hesari slóðini síggjast vegleiðingar á føroysum, donskum og eingilskum viðv. innflutningi av hundum til Føroya.