Nær kann hundahvølpur innflytast til Føroya ?

Svar: Føroysku reglarnar fyri innflutning av hundi og kettu standa í eini kunngerð.
Í kunngerðini stendur, at hundahvølpar skulu verða minst 12 vikur, tá ið teir skulu koppsetast fyrstu ferð, og at teir ikki kunnu innflytast fyrr enn 4 vikur aftanaá koppsetingina.
Fakliga grundgevingin fyri, at hvølpurin skal verða minst 12 vikur tá hann verður vaksineraður er, at við tann aldurin verður mett, at hvølpurin ikki hevur møguligar restir av antistoffum frá mammuni. Eru restir av antistoffum, kann hetta gera at vaksinatiónin av hvølpinum ikki ger fulla nyttu.
Reglurnar merkja sostatt, at hundahvølpurin er minst 16 vikur, tá ið hann kann innflytast til Føroyar. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur higartil ikki givið undantak frá hesum tíðarfreistum, tí atliti til sjúkufyribyrging vigar allarmest, tá slík mál verða viðgjørd.

Viðv. innflutningi, sí hesa slóðina.

kjfdhlas dfasdjfh laskdjfh laskdjhf lasdf asdf asdf dasf asdf asdf sf

 

jhkjhkjhkljh