Hvat krevst tá ið vit flyta til Danmarkar við hundi ? T.v.s. at vit seta búgv í Danmark.

Svar
Hundurin skal verða merktur og koppsettur móti Rabies 3 vikur, áðrenn hann skal inn í Danmark. Hundurin skal hava eitt hundapass frá djóralæknanum, har djóralæknin skrivar nær hundurin er koppsettur.

Hundur

Fyrr (áðrenn november 2006) var tað soleiðis, at djóralæknin skuldi kanna hundin í fyrsta lagi 24 tímar áðrenn fráferð. Djóralæknin skuldi vátta í hundapassið, at hundurin er frískur. Hundapassið skuldi síðani stemplast á Heilsufrøðiligu starvsstovuni aftaná, at djóralæknin hevur kannað hundin.
Í framtíðini (frá og við november 2006) verður tað soleiðis, at hundurin skal verða merktur og koppsettur móti Rabies 3 vikur, áðrenn hann skal inn í Danmark. Hundurin skal hava eitt hundapass frá djóralæknanum, har djóralæknin skrivar nær hundurin er koppsettur. Tað er sostatt ikki eitt krav, at passið skal stemplast av embætisdjóralækna á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.