Matvørur úr londum við fuglakrími

Um tú hevur kjøt ella aðrar vørur úr djórum við úr londum við smittandi djórasjúkum, kunnu hesar vørur verða smittukeldir. Hetta er ikki bert galdandi fyri fuglakrím, men fyri allar smittandi djórasjúkur.

Donsku mynduleikarnir mæla til, at um tú ert í londum har fuglakrím er, so ikki at fara á marknaðir við livandi djórum og ikki fara hagar livandi ella deyður flogfenaður er. Fólk skulu ikki nerta við flogfenað. Fólk eru smittaði, av at hava nortið við skarn frá flogfenaði. Slóð til skriv frá danska Fødevarestyrelsen: trýst her