Taka tit næmingar frá fólkaskúlanum í starvsvenjing?
Svar: Í eina tíð hava vit ikki tikið næmingar úr fólkaskúlanum í starvsvenjing. Hetta kemst serliga av, at tað í løtuni ikki er nøkur samskipað skrá fyri starvsvenjingina á stovninum, sum veruliga vildi givið næminginum góðan førning. Haraftrat gera innanhýsis umstøður, sosum umbygging á Debesartrøð, at umstøðurnar sum heild ikki eru av teimum bestu.
Fyri nøkrum árum síðani høvdu vit eina skipaða skrá fyri næmingum í starvsvenjing, men í eina tíð, hevur arbeiðið við at dagføra skrá og arbeiðið annars rundanum starvsvenjingina ikki verið serliga høgt raðfest.
Nær vit fara at arbeiða meira miðvíst við hesum aftur, er eitt sindur ógreitt í løtuni. (BE 19/12/2005)