Hví fái eg rokningina fyri eina heilsuváttan fyri útfluttan fisk?

Spurningur: Eg havi fingið eina rokning frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni fyri heilsuváttan til fisk. Eg havi ikki umbiðið váttanina, men hví er tað eg, sum fái rokningina og ikki útflutningsfelagið?


Svar: Ein heilsuváttan verður útfylt við ymiskum upplýsing, sosum framleiðari, framleiðaranummar, útflytari, flutningsháttur, latínska fiskanavninum og goymsluhita. Tað er eigarin av fiskinum, tvs. útflytarin, sum fær rokningina. Tá ið rokning verður gjørd fyri heilsuváttanina, fær útflytarin avrit av heilsuváttanini, soleiðis at útflytarin sær, hvat rokningin er fyri. Á hesari slóðini sæst, hvat kostnaðurin er fyri heilsuváttanir, sí fylgiskjal 1.