Vit hava fingið rottu í hjallin

Spurningur: Vit hava fingið rottu í hjallin. Rottan hevur longu eti av rivunum og av fastamatinum, og vit eru í iva um hvat eigur at verða gjørt við kjøtið ?
Rotta

Svar: Matur sum rottur eru komnar í samband við, eru ikki egnaðar sum fólkamatur og skal tí burturbeinast. Rotta er sum kunnugt eitt skaðadjór, og kann flyta sjúku til fólk. Ein tann vandamiklasta sjúkan er Leptospirosa, sum smittar via rottuland og sum kann elva til Weil's sjúku. Rottur kunnu eisini bera salmonella smittu, serliga kann matvør verða dálkaðar við rottuskarni. Tískil er ikki nóg mikið at skera stykkini burtur har rottan hevur gnagað. Hvørt tað er forsvarligt at kókað ella steikja køtið, kann diskuterast