Frystiboksin sløknað, hvat geri eg ?
Svar: Bestu ráðini at geva, tá streymslit er, er ikki at opnað frystiboksina. Kuldin heldur sær tá longri í boksini. Ein frystiboks full av mati heldur kuldanum í upp til 2 døgn.
Hvat skal gerast við lutvíst tinaðar matvørur hevur nakað at gera við hvussu nógv tær eru tinaðar.

1) Hálvtinað vøra kann frystast aftur. Um matvørunum hevur kuldaskápshita, kunnu vørurnar frystast aftur ella matgerðast beinanvegin. Góðskan á matvørum sum hava verið tinaðar er kanska ikki so góð, men matvørutrygdin ávirkast ikki.
2) Eru vørurnar tinaðar, hitaviðgerð tær og et tær beinanvegin, ella fryst tær av nýggjum. Hálvtánaðar vørur kunnu frystast aftur.
3) Hevur boksin verið sløkt leingi, og meginparturin er tinað - koyr so spiltan mat burtur. Kjøtlimir og kjøtstykkir sum lukta fríst og ikki víðkja frá tí vanliga í útsjónd, kann frystast aftur.
4) Viðbreknar vørur (kjøt, fiskur, høsnarungi) sum hava verið goymdar í hita yvir 5 °C í meira enn nakrar tímar eiga at verða burturbeindar.
5) Matur eigur ikki at verða goymdur ov leingi í frystiboks.

Ráðini omanfyri eru bert galdandi fyri tað privata húsarhaldinum og ikki fyri handlar, matstovur ella onnur ið matgerða til stórkøkar v.m.