Vakuumpakkað skerpikjøt, at senda við posti

Spurningur
Eg ætli mær at senda onkran mat niður til Danmarkar. Havi m.a. vacuumpakkað nakrar flísar av skerpikjøti, men so er tað, at eg fari at hugsa um botulismu. Hvørji ráð hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan at geva mær? Er tað ráðiligt at senda slíkt við posti, hóast tað kanska einans tekur tveir dagar at koma fram?

Svar
Heilsufrøðiliga starvsstovan vil ikki ráða til at skerpikjøt verður vacuumpakkað. Clostridium botulinum er ein bakteria, sum nørist tá einki súrevni er til staðar og nokk av vætu er í kjøtinum og hitin er omanfyri 3-4 °C
Sjálvt um kjøtið er turkað, so kann vætuinnihaldið verða rættuliga ymiskt, alt eftir hvussu kjøtið er hagreitt og hvussu leingi tað hevur hingið. Ivasamt er eisini um hitin undir flutninginum er nóg lágur.
Vit ráða til at senda kjøtið væl innpakkað - tó ikki vacuumpakkað - saman við kølilikamum, so hitin er so lágur sum gjørligt.