Ampar av lukti, óruddi, larmi og øðrum

Ampar av lukti, óruddi, larmi og øðrum

Ofta verður spurt, hvat ein sum borgari kann gera, tá ið ein hevur ampa av t.d.:
- kloakkskipan/spillivatni (t.d. luktur, rottur, evja, skitnar áir/fjøra og smittuvandi)
- báli (t.d. luktur og roykur)
- larmi (t.d. frá vinnuligum virksemi, ferðslu ella grannum)
- óruddi og ruski (t.d. gomul akfør og burturkast)

Svarið:
Omanfyrinevndu trupulleikar eru nevndir í kunngerðini um umhvørvisreglur, og har hevur kommunan fingið ábyrgdina av, at kunngerðin verður fylgd.

Tað er tí kommunan, sum tú býrt í, sum er umhvørvismyndugleiki á staðnum, og hagar tú skal klaga. Ofta er best at senda eina skrivliga klagu, har tú greiðir frá trupulleikanum. Um tit eru fleiri, sum hava ampa av sama trupulleika, so er skilagott at gera vart við tað.

Heilsufrøðiliga starvsstovan (HS) viðger einans klagur frá borgarnum, sum hava roynt at klagað til kommununa, uttan at trupulleikin er loystur. Klagur til HS skulu helst vera skrivligar, og avrit av brævasamskiftinum við kommununa skal hjáleggjast.

Kommunur hava ikki eftirlit við virkjum, sum HS hevur umhvørvisgóðkent, t.d. alifeløg, brennistøðir, tyrvingarpláss o.a. Tá er Heilsufrøðiliga starvsstovan eftirlitsmyndugleiki, og tú skal klaga til okkum. Sí lista yvir umhvørvisgóðkend virki.