Føroysk fiskavirki og skip eru nú góðkend at innflyta til Vietnam

Heilsufrøðiliga starvsstovan fekk 22.juni 2010 - umvegis ein av føroysku útflytarunum av fiskavørum til Vietnam - boð um, at Vietnam, gjøgnum National Agro-Forestry-Fisheries Quality Assurance Department (NAFIQAD) vildi seta nýggjar reglur í gildi fyri innflutning av djóraúrdráttum til Vietnam - at galda frá 1. juli 2010. Nýggju reglurnar áseta millum annað, at øll virki, sum útflyta djóraúrdráttir til Vietnams skulu góðkennast av Vietnamesiska heilsufrøðiliga myndugleikanum.
Heilsufrøðiliga starvsstova sendi beinanvegin umsókn til Vietnamesisku myndugleikarnar soleiðis, at føroyski útflutningurin til Vietnams ikki skuldi steðga tann 1. juli 2010.

Fylgjandi upplýsingar vóru kravdar:

- Listi yvir virki, sum ynskja at vera skrásett sum innflytarar til Vietnam
- Frágreiðing um tað almennu føroysku heilsufrøðiligu eftirlitsskipanina fyri tryggjum matvørum
- Nágreiniligar frágreiðingar um heilsufrøðiligu viðurskiftini hjá teimum virkjum sum ynskja at útflyta til Vietnam

Nýggju reglurnar skuldu setast í verk tann 1. juli, men vegna sera stutt skotbrá hjá umsøkjaralondunum var freistin longd til 1. september 2010.

Vit kunnu í dag staðfest, at Vietnamesisku myndugleikarnir hava góðkent okkara virki og skip ( 4 íalt) og okkara eftirlitsskipan. Hetta sæst á heimasíðuni hjá NAFIQAD (http://www.nafiqad.gov.vn/?set_language=en&cl=en).
Vit vænta at útflutningurin av fiskavørum til Vietnam framyvir fer at ganga uttan hóvasták, eins og tað higartil hevur verið.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Óluvu Niclasen tlf.: 556433.