Skola frukt og grønmeti

Á hvørjum ári eru fólk, sum leggjast við magatrupuleikum, so sum leyst lív ella spíggju. Ein orsøk kann vera, at frukt og grønmeti, serliga frá londum uttan fyri Danmark, eru fongd við bakterium ella virus.

Etið nógva frukt og grønmeti, - men skolið tað væl áðrenn.

Orsøkin til, at frukt og grønmeti eru dálkað, kann vera:
- Serliga í teim eksotisku londunum kann vatnið, sum tey vatna og skola frukt og grønmeti við, verða dálkað við leivdum av skarni frá djórum og fólki.
- Bakteriurnar kunnu eisini stava frá vánaligum reinføri hjá teimum, sum heysta fruktirnar og grønmeti.

So sjálvt um frukt og grønmeti sær reint út, so skola væl, áðrenn tú etur!

Tvinni ráð:
- Skola frukt, salat, spírar, kryddarurtir og annað grønmeti væl, áðrenn etið verður rátt.
- Gev baby-mais og sukurertrar eitt lítið uppkók, áðrenn etið verður.

Baby-mais og sukurertrar er matur sum vanliga verður kókaður ella stoktur í teimum londum, sum maturin kemur frá. Tað setur størri krøv til vøruna, tá baby-mais og sukurertrar verður nýtt sum "snacks" ella í salat.