Nýtt aliloyvi leyst at søkja.

Mitt í apríl 2010, var lýsing latin bløðunum, um at nýtt aliloyvi til aling á landi við Leirvíksfjørð, var leyst at søkja. Áminning um leysa aliloyvið var gjørd her á heimasíðuni mitt í juni 2010.

Smbrt. kunngerð nr. 134 frá 2009, fylgiskjal 1, so eru tað nakrir alifirðir, har loyvt er at ala á landi. Ein av hesum firðunum, er Leirvíksfjørður, har loyvt er at ala á landi.

Aliloyvi til aling á landi við Leirvíksfjørð, hevur verið leyst at søkja, síðan mitt í apríl 2010. Tú kanst kunnað teg um lýsing og umsóknarblað, á hesari slóðini, har tú eisini kanst kunna teg um galdandi aliloyvir, hvørji aliloyvi eru tikin aftur, og hvørjir loyvishavararnar eru.