Útflutningur av feskum fiski til Russlands

Eftir at útflutningurin til Russlands byrjaði aftur á sumri í 2009, hevur tað verið eitt stórt ynski hjá vinnuni í Føroyum, at fáa útflutningin at verða smidligari. Arbeitt hevur verið eina tíð við hesum viðurskiftum, og eftir at russar góðkendu okkara uppskot til loysn síðst í 2009, hevur verið arbeitt við at fáa avtalu við danska Fødevarestyrelsen.

Loysnin er nú komin undir land og verður sett í verk í næstum.

Í stuttum hevur avbjóðingin verið, at fyri útflutning av matvørum til Russland, er tað eitt ófrávíkiligt krav frá russum, at allar bingjur við matvørum skulu seglast við veterinersegli her í Føroyum, og at heilsuváttanin fyri matvøruna ið er í bingjuni, skal samssvara 100 %, tá matvøra og heilsuváttan, verða móttikin av russisku myndugleikunum við marknaðliðini inn til Russland. Er tað ikki samsvar, verður matvøran avvíst við markið.

Fyri føroysku vinnuna hevur avbjóðingin í hesum verið, at teir anhengarar, ið hava verið nýttur til útflutning til Russland úr Føroyum, ofta hava verið russiskir. Tvs at russiskir anhengarar hava verið í Føroyum eftir feskari føroyskari fiskavøra, serliga ísaðum laksi. Tá so útflutt hevur verið frá havnini í Havn, so er hurðin til anhengarar segla við veterinersegli og heilsuváttan skrivað, og váttað av embætisdjóralækna á Heilsufrøðiliga starvsstovuni.

Síðani er vøran farin úr Føroyum og beinleiðis til markið til Russlands. Undir flutninginum til Russland, er tað tí eingin ið sleppur framat matvøruni ið er í bingjuni, júst tí at hurðin er segla. Næsti, ið eigur at sleppa framat matvøruni og harvið bróta veterinera seglið, eru russisku myndugleikarnir við marknaðliðini til Russlands. Tá teir brótað seglið, kanna teir, hvørt upplýsingarnir á heilsuváttan og matvøran inni í bingjuni samsvara.

Fyri at umganga at broytast kann í heilsuváttan t.d. áðrenn vøran skal inn í Russlandi, verða heilsuváttanir fyri matvøru til Russland, útskrivaðar á serligt pappír, við okkara logo í sum vatnmerki.

Mannagongdin við at russiskir anhengarar skuldu koma til Føroya, er ikki serliga smidlig fyri vinnuna og hevur vinnan tí ynskt eina meira smidliga loysn. Hinvegin, so hevur av ymiskum orsøkum ikki verið áhugi fyri, at t.d. føroyskir anhengarar skuldu fara allan vegin úr Føroyum til Russlands við matvøruni.

Við at hava eina umlasting í Danmark, har fesk føroysk fiskavøra, verður umlasta úr føroyskum anhengarum inn í russiskar anhengarar, sum síðani koyra vøruna inn um russiska markið, vil útflutningurin av feskari vøru gerast munandi smidligari.

Tað er slíka avtalu vit hava arbeitt við í eina tíð. Við umlasting í Danmark, so brýtur man veterinerseglið ið er sett á anhengarar í Føroyum, og tí er heilsuváttanin ikki galdandi, og matvøran sleppur ikki inn í Russland. Vit hava greitt russum frá, hvussu hetta kann gerast meira smidligt við umlasting í Danmark, og gingu russisku myndugleikarnar okkum á møti, treytað av at umlastningin í Danmark skuldi váttast av embætisdjóralæknum frá tí kompetenta danska myndugleikanum, sum í hesum føri er Fødevarestyrelsen.

Danska Fødevarestyrelsen hevur nú fingið avtalu við Den Danske Dyrlægeforening um hetta arbeiðið, og í næstum verður hetta so sett í verk, bæði við at dagføra samstarvsavtaluna ið vit hava við Fødevarestyrelsen, men eisini onnur viðurskifti skulu fáast uppá pláss.

Nøkur av føroysku flutningsfeløgunum hava umlastistøð í ávikavist Århus og Padborg og verður tað í byrjanini á hesum støðum at umlastað verður. Tá føroyskir anhengarar við feskum fiski til Russland koma til Danmarkar, verður umlasta, úr føroyska anhengaranum og inn í russiska anhengaran. Danski embætisdjóralæknin, ið skal verða til staðar á umlastistøðunum, áðrann - meðan - og eftir at umlastingin fer framm, útskrivar so ískoytisváttan, sum váttar hvat er framt, og setur nýtt danskt veterinersegl á hurðina til russiska anhengaran.

Tá russiski bilurin við anhengara kemur til markið til Russland, hevur hann við sær tað føroysku veterinerváttanina og ískoytisváttanina frá umlastingini í Danmark, og matvøran skuldi sloppið inn í Russland, uttan annað hóvasták.

Við hesari mannagongd, verður tað munandi lættari og smidligari við útflutningi til Russland av feskum føroyskum fiskavøran, júst tí at vinnan sleppur undan at russiskir anhengarar skulu koma heilt til Føroya. Samstundis kunnu vit - enn sum áður - fult út liva upp til ta avtalu ið vit hava við russiska stovnin, Rosselkhoznadzor.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er í sambandi við framleiðarar og flutningsfeløg í Føroyum fyri at fáa alt hesum viðvíkjandi uppá pláss. Um onkur er, ið ynskir upplýsingar um hetta, er bert at seta seg í.s.v. okkum.