Hugsa teg um tá tú grillar - so gerst ongin sjúkur
Í góðveðrinum nýta nógv høvi at matgera yvir báli ella grill uttandura, og alt gott um tað. Men tað er altíð gott at vanda sær um reinføri, so ongin gerst sjúkur av grillmatinum. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur savnað saman nøkur góð ráð í hesum sambandi.

Halt rátt og stokt burtur frá hvørjum øðrum.
Tað er av alstórum týdningi at halda rátt kjøt burtur frá kjøti, ið er liðugtstokt. Á henda hátt slepst undan at flyta bakteriur frá tí ráa til stokta kjøtið. Nýt tvær grilltengur og tvey føt. Eitt fat til tað ráa kjøti og eitt reint fat til tað stokta. Hevur tú bert eina grilltong, ber til at halda hana yvir eldinum, so bakteriur brennast.

Í ráum kjøti og vætu frá ráum kjøti kunnu vera bakteriur so sum Campylobacter og Salmonella, sum vit kunnu gerast sjúk av. Bakteriurnar doyggja í nógvum hita.

Vaska hendur, so tú ikki spjaðir bakteriur.
Minnst til at vaska hendur, tá tú hevur handfarið rátt kjøt. Hetta fyri ikki at spjaða bakteriur til tað liðugtstokta kjøtið, salat, breyð o.a. tilhoyr. Vaska hendur, tá tú hevur skorið rátt kjøt ella lagt tað á grillina við hond. Bert fáar bakteriur eru nóg mikið at gerast sjúkur av.

Hakkikjøt, flogfenaður og moyrkað kjøt skal gjøgnumsteikjast.
Hetta tí bakteriur kunnu verða í øllum kjøtinum. Í heilum kjøtbitum, so sum steikir og búffar, eru bakteriur vanliga bert uttaná. Tí er ikki alneyðugt at heil kjøtstykkir verða gjøgnumstokt.

Lat ikki feitt og olju dryppa á kolini.
Feitt frá kjøti og olja í t.d. marinadu skal ikki dryppa niður á kolið í grillini. Taðgevur frá sær tjøruroyk, ið kann økja um vandan fyri krabbameini. Legg staniol undir kjøtið ella nýt marinadu uttan olju.

Sker tað brenda frá.
Um kjøti er brent, skalt tú skera tað brenda og svarta av. Hesar brendu skorpurnar innihalda skaðilig evni, ið kunnu økja um vandan fyri krabbameini.

Fakta:
Campylobacter er í dag tann bakterian, ið flest fólk gerast sjúk av í Danmark og nógvum øðrum londum. Í 2007 vóru skrásettir uml. 3850 tilburðir av campylobacterelvdari sjúku í Danmark. Tey seinastu 10 árini eru skrásettir 84 tilburðir av campylobacter í Føroyum. Veruliga talið er mest sannlíkt nógv hægri, av tí at nógv fólk fara ikki til lækna við eini búksjúku.
Um summarið er vanliga øking í tilburðunum. Ein orsøk kann vera, at ikki verður farið nóg reint um, tá grillað verður.