Útflutning av fiski og fiskaúrdráttum til Vietnam

Heilsufrøðiliga starvsstovan (HFS) hevur umvegis vietnameskiskar innflytarar av føroyskum fiskavørum, fingið boð um, at frá 1. september 2010, skulu matvøruvirki, sum ætla at framleiða til vietnamesiska marknaðin, góðkennast av vietnamesiska heilsufrøðiliga myndugleikanum, áðrenn vøran sleppur inn í landið.
Føroysk virki, sum ynskja, at verða góðkend til Vietnamesiska marknaðin, skulu seta seg í samband við okkum. Mannagongdin er, at HFS sendir umbøn um góðkenning til Vietnamesisku myndugleikarnar. Grundað á føroyska tilfarið, tekur myndugleikin støðu til, um virkið kann góðkennast beinleiðis ella um virkið skal sýnast av vietnamesum fyrst.
Fyrsti listin við umbønum um góðkenning er, umvegis donsku ambassaduna í Hanoi, latin vietnamesiska myndugleikanum, í síðstu viku.
Nærri upplýsingar fáast á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, hfs@hfs.fo ella telefon 556400.