Áheitan á ferðandi rossafólk í Íslandi

Í løtuni herjar eitt herviligt, smittandi rossakrím í Íslandi, og allur útflutningur av rossum er fyribils steðgaður, fyri at smittan ikki skal førast víðari til onnur lond.

Heilsufrøðiliga starvsstovan vil í hesum sambandi heita á rossafólk, og fólk sum heild, ið hava havt ella fara at hava samband við ross í Íslandi, at vísa umhugsni, tá ið komið verður aftur til Føroya. Tí hóast flestu djórasjúkur smitta lættast frá djóri til djór, so eru tað eisini fleiri djórasjúkur, sum kunnu smitta mekaniskt, t.v.s. við brúktum klæðum, útgerð, reiðskapi o.ø., og tí er tað eisini sera umráðandi, at fólk hava hetta í huga, tá ið komið verður aftur av ferð úr Íslandi.

Tiltøk, sum kunnu minka munandi um vandan fyri smittu til føroyska rossastovnin, eru millum annað hesi:

• Ikki taka brúkta ríðiútgerð, so sum saðlar, grímur, boksl, pískar o.a., ella brúkta rossaútgerð yvirhøvur við heim til Føroya.
• Ríðiklæðir og klæðir, ið hava verið brúkt nærhendis rossum í Íslandi, skulu vaskast væl. Klæðini skulu ikki brúkast
nærhendis rossum í Føroyum fyrr enn 5 dagar eftir vask.
• Ríðistivlar skulu vaskast væl og sóttreinsast.
• Vaska og sóttreinsa bilin bæði innan og uttan, sí vegleiðing.

Vasking og sóttreinsan av bili
1. Grovreinsa
• Busta burtur allan leysan skitt.
2. Sápa
• Blanda Biosolve®* í lutfallinum 2:100 (2 litrar í 100 litrar av vatni).
• Sproyta umleið 250 ml á hvønn fermetur.
• Lat sápuna virka í 20 minuttir.
3. Vaska
• Vaska allan bilin við bust. Byrja ovast og arbeið so niðureftir. Ansa serliga eftir rivum og líknandi, har skittur kann samlast.
4. Skola
• Skola við reinum vatni.
5. Turka
• Lat bilin torna.
6. Sóttreinsa
• Blanda VirkonS®* í lutfallinum 1:100 (100g í 10 litrar av vatni).
• Sproyta umleið 300 ml á hvønn fermetur. Ansa serliga eftir undirstelli og dekkum.
• Lat evnið virka í minst 30 minuttir.
7. Vasking og sóttreinsan innan.
• Tak allar leysar lutir út úr bilinum.
• Sópa leysan skitt av dúrki og pedalum.
• Smyr Biosolve®* (2:100) á dúrk, máttur og pedalir við einari bleytari bust.
• Lat virka í 10 minuttir og skola so við reinum vatni.
• Vaska bilin innan við vatni og sápu.
• Vaska allar leysar lutir við vatni og sápu.
• Smyr VirkonS®* (1:100) á dúrk, máttur og pedalir við einum reinum klúti.

* Nýtast kunnu eisini onnur samanberilig sápu- og sóttreinsanarevni.

Ynskjast fleiri upplýsingar, er bert at seta seg í.s.v. Oddjó Stovugarð, embætisdjóralækna.