Flutningur av livandi dýrum millum lond.

Í sambandi við veterineravtaluna ið er millum Føroyar og ES bleiv eisini sett í gildi kunngerð nr. 51 frá 31. mai 2007, um vernd av dýrum undir flutningi.
Aðalendamálið við kunngerðini er at tryggja djóravælferðina undir flutninginum. Í verki, fremur hendan kunngerð "Rådets Forordning (EF) Nr. 1/2005 af 22. december 2004 om beskyttelse af dyr under transport og dermed forbundne aktiviteter" (Flutningsfyriskipanin).
Sambært føroysku kunngerðini, er flutningsfyriskipanin galdandi fyri allan langan flutning av djórum, og ikki bert í sambandi við vinnuligan flutning eins og í ES-londunum. Hetta kemur millum annað av, at flutningsfyriskipanin í høvuðsheitum er gjørd til flutning eftir landi og ikki til sjóvegis flutning, ið kann vera ógvusligari og meira streingjandi fyri djórini.
Krøvini eru sostatt, at tað bert eru løggildað flutningsfeløg við góðkendum flutningsførum og útbúnum starvsfólki, ið kunnu flyta djór millum londini.
Tað verða sostatt hesi løggildaði flutningsfeløg ið skulu standa fyri og hava ábyrgd av flutninginum.
Hetta merkir, at allur flutningur av livandi rossum úr Íslandi til Føroya og allur flutningur av livandi djórum millum Føroyar og t.d. Danmark skal verða fyriskipaður av løggildaðum flutningsfeløgunum, ið hava neyðugu amboðini og førleikan, sí niðanfyri.

Løggilding sum flutningsfelag:
• Skrivlig umsókn skal sendast Heilsufrøðiligu Starvsstovuni saman við avritum av rakstrarmannagongdum, ið tryggja at øll krøv í flutningskunngerðunum vera fylgd og avritum av tilbúgvingarætlanum í neyðstøðum og sambandsmøguleikar við ábyrgdarhavandi undir flutningi v.m. Umsóknarblað er at finna á heimasíðu okkara www.hfs.fo.
• Flutningsførini skulu góðkennast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
• Førarar og starvsfólk, sum hava ábyrgdina av djórum undir flutningi skulu hava førleikaprógv (kompetencebevis) í djóraflutningi. Sí www.amunordjylland.dk og www.amusyd.dk. Avrit av førleikaprógvum skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Góðkenning av flutningsførum (sí bilag I, kapittul II, III, VI og VII í flutningsfyriskipanini fyri detaljur):
• Øll flutningsfør skulu vera formað og innrættað soleiðis at tey verja djórini ímóti m.a. skaða og pínslu, veður, vindi og ekstremum temperaturum. Tey skulu tryggja at djórini hava nóg góða luftgóðsku og mongd, og sleppast skal til djórini, so at tey kunnu passast.
• Flutningsfør skulu vera sjónliga og týðuliga merkt við, at tað er flutningur av livandi djórum.
• Flutningsførini skulu vera útgjørd við nóg nógvum festipunktum so at tey kunnu bindast forsvarliga umborð á skipinum.
• Reglur eru eisini fyri hvussu tak, gólv og skilaveggir v.m. skulu vera gjørd, og hvussu nógv pláss tey ymisku djórini skulu hava.
• Flutningsfør skulu vera útgjørd við vatnveitingarútbúnaði, ventilatiónsútbúnaði, útbúnaði til yvirvøku av temperaturi við ávaringaskipan, og navigatiónssystem.
Á hesari slóðini sær tú, hvørji flutningsfeløg í løtuni eru góðkend til fremjan av longum djóraflutningi, t.v.s. flutning millum lond.

Ross úr Íslandi
Vegna sera smittandi rossakrím í Íslandi, hava íslendsku myndugleikarnir steðga øllum útflutningi av rossum fyribils. Veterinerdeildin á Heilsufrøðiligu fylgir gongdini.

Ynskir tú at kunna teg um teir tíðindastubbar ið hava veirð um ross, sæst hetta m.a. á hesari slóðini.

Ynskjast nærri upplýsingar, er bert at seta seg í samband við Oddjó Stovugarð, embætisdjóralækna á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.