Útflutningur av ull

Heilsufrøðiliga starvsstovan fekk fyri eini tíð síðani ein fyrispurning um hvørji krøv eru galdandi fyri útflutning av ull til ES. Svarið var m.a., at 1774/2002/EF (Biproduktfororðiningurin) ásetur fyri eina røð av vørum - herundir eisini ull - at hesar bert mugu koma frá djórum, sum ikki hava víst tekin um kliniska sjúku.
Biproduktforordningurin hjá ES er íverksettur í føroyska lóggávu, við kunngerð nr. 99 frá 20. november 2006 um heilsuásetingar fyri hjáframleiðslu úr djórum, sum ikki er ætlað til matna.
Fyri at tryggja, at seyður ikki hevur kliniska sjúku, er neyðugt at hava djóralækna á staðnum meðan roytt verður.
Veterinerdeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni hevur sent fyrispurning til ES-kommissiónina umvegis føroysku sendistovuna í Brússel, har greitt verður frá okkara støðu og at tað er at kalla ógjørligt at hava djóralækna eftirlit meðan seyðurin verður royttur.
ES-kommissiónin hevur viðgjørt spurningin og svarið er, at okkum ikki nýtist at hava nakað slag av heilsuváttan við ullini og tískil heldur ikki djóralæknaeftirlit meðan roytt verður. Einastu áseting í Biproduktfororðninginum (kunngerð nr. 99 frá 2006), er vit skulu fylgja fylgiskjal VIII, Kap. VIII, pkt. 4. Kravið í hesi áseting er at ullin er turr og pakkað í tætt pakkitilfar og at ullin verður send beinleiðis til vaskaríið- ella góðkent móttøkustað í ES og at sendingin fer fram á ein hátt soleiðis at møgulig smittandi evni ikki spjaðast.
Biproduktfororðningurin 1774/2002, Fylgiskjal VIII, Kap. VIII, sigur:
pkt. 4. Medlemsstaterne skal tillade indførsel af uforarbejdet uld eller hår,hvis varerne
a) er indesluttet i lukket emballage og er tørre, og
b) er sendt direkte til det tekniske anlæg eller et anlæg for mellemprodukter,og dette skal ske på en sådan måde, at spredning af patogener undgås.

Eru spurningar hesum viðvíkjandi, er bert at seta seg í.s.v. Birnu Møkøre, landsdjóralækna.