ES góðkennir rættandi atgerðir hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni

FVO (Food and Veterinary Office) - matvørueftirlitsstovnurin hjá ES kommissiónini - hevur boðað Heilsufrøðiligu starvsstovuni (HFS) frá, at tiltøkini hjá HFS - at bøta um eftirlitsskipanina við fiskavirkjum og fiskavørum - eru góðkend.

FVO staðfesti lýti í heilsufrøðiligu eftirlitsskipanini á vitjan í Føroyum í september 2008.

FVO gav í september 2008 HFS boð um, at taka støðu til 6 tilmæli (ella frávik) í eftirlitsskipanini hjá HFS við fiskavørum og -virkjum. Síðani hava FVO og HFS samskift um uppskot til rættandi atgerðir og tíðarkarmar.

Arbeiðið hjá HFS framá verður at syrgja fyri, at hesar góðkendu atgerðir verða framdar í verki. Næstu ferð FVO kemur á eftirlitsvitjan í Føroyum, skulu vit hava framt rættandi atgerðirnar og bøtt um eftirlitsskipanina.

Tilmælini hjá ES føra til, at Vinnumálaráðið og HFS skulu lýsa og íverkseta manglandi lóggávu, øktar kanningar av ílatingarevnum, kemiskum evnum og mikrobiologiskari góðsku í drekkivatni, ísi og í øllum fiskavørum, sum verða útfluttar til ES, gera venjingarskráir fyri eftirlitsfólk, supervisera eftirlitsarbeiði, regluliga eftirmeta eftirlitsætlanir, hava eftirlit við smábátum, góðskumeta ráfisk, kanna fyri snúltarar og herða eftirlitið við matvøruvirkjum, sum ikki lúka treytirnar fyri løggilding.

Nærri upplýsingar fáast frá Óluvu Niclasen, oluvanic@hfs.fo