Fagraberg fingið góðkent innaneftirlit

Fagraberg hevur sum fyrsti føroyski nótabáturin fingið góðkent innaneftirlit av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Hetta er við heimild í Kunngerð 114 frá 15. august 2001 um innaneftirlit. Í kunngerðini stendur at innaneftirlitið regulliga skal skoðast og góðkennast av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.


Nótabátar skulu í teirra innaneftirlitið hava eina vandamálsgreining. Vandamálsgreining byggir á HACCP- aðalreglurnar, har hædd verður tikin fyri møguligum heilsuvandamálum.  Harumframt skal innaneftirlitið m.a. stýra og skjalfesta: frávik; temperaturin í tangunum; sjálvrøkt; reinhald av slúsu, tangum og tilhoyrandi útgerð; og vatn- og sjógvgóðskuna.