Kanningar av drekkivatni í sambandi við eldgosið í Íslandi

Fríggjadagin í farnu viku tók Heilsufrøðiliga starvsstovan vatnsýni úr áum, sum verða brúktar til rávatn til drekkivatn, fyri at kanna tey fyri fluorid.
Hetta varð gjørt, tí at øskan úr hesum eldgosi inniheldur nógv fluorid - sum í nóg stórum mongdum - kann vera til skaða fyri fólk.
Kanningarnarnar vístu, at innihaldið fyri fluorid er sera lágt, minni en 1/100 av markvirðinum, sum er sett av ES, fyri fluorid í drekkivatni, og tí kann man siga, at øska úr Íslandi ikki hevur dálkað drekkivatnið í Føroyum við fluor.