Íslendska eldgosið

Drekkivatn.
Samandráttur um drekkivatn.
Fyribilsúrslit vísa, at drekkivatnið í Føroyum ikki er ávirkað av dálking frá eldgosinum í Íslandi.
pH, leiðingarevni og turbiditetur eru mátað.
Kanningar av fluorinnihaldinum í drekkivatni eru ikki gjørdar enn, men eru nú ávegis til Íslands til kanningar. Heilsufrøðiliga starvsstovan fer at fylgja støðuni við drekkivatninum og koma við nýggjari kunning tá nýggj úrslit fyriliggja.
Drekkivatn, lýsing.
Drekkivatnið í Føroym er í stóran mun omanávatn. Tað er tískil lutfalsliga útsett, tá talan er um dálking úr luftini.
Tað er rávatnið til drekkivatni í áarvatni - sum er mest útsett í fyrsta umfari. Hetta tí at har er tynningin av møguligari dálking minst.
Mett verður at størsti heilsuvandin í dálkingini frá hesum eldgosinum er fluor. Tað er ikki møguligt at gera kanningar av fluor í Føroyum. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tí í dag sent 4 sýni avstað við flogfari til Íslands til kanningar.
Heilsufrøðiliga starvsstovan kannaði annars í gjár vatn úr tveimum ymiskum áum, sum vera brúktar sum rávatnskelda til drekkivatn. Hesi sýni vóru kannað fyri pH, leiðingarevni og turbiditet. Eitt sýni úr ánni ið rennur í byrginina í Villingardali og eitt sýni úr ánni, ið rennur í drekkivatnsbrunnin á Velbastað. Úrslitið vísir ongar broytingar í mun til kanningar áður.
Kanningin fyri pH gevur eina meting um dálking við svávuli, kanningarnar fyri leiðingarevni og turbiditet vísa um dálkað er við partiklum.

Djór
Vit vita í løtuni ikki í hvønn mun grasið í Føroyum er dálkað av fluorid frá eldgosinum. Man kann rokna við at ein slík dálking er sera skiftandi, av tí at regnið skolar dálkingina burtur. Akutt eitran er ikki sannlík, men møgulig langtíðarárin kunnu standast um henda dálking stendur á í longri tíð. Í Íslandi hava tey mælt til at taka djórini inn, har øska dálkar grasið. At taka djórini inn er bert í lítlan mun møguligt í Føroyum. Harafturat má dálkingin metast at verða munandi lægri her enn í Íslandi.
Mett verður ikki at nakar akuttur vandi er fyri djór.
Fylgt verður gjølla við støðuni. Um mett verður at har kunnu vera langtíðarárin, kunnu hesi árin í ein ávísan mun avmarkast við at - har tað er møguligt - taka djórini inn, at fóðra djórini sum eru úti við stráfóðuri og kanska eisini geva teimum saltstein, eftirsum evnini í saltsteini møguliga minka um upptøkuna av fluorid.

Kjøt í hjallinum.
Vit hava fingið fyrispurningar um hvussu man skal bera seg at við kjøti í hjallinum. Mett verður ikki nakar beinleiðis heilsuvandi er, av tí nøgd av øsku, vit síggja nú. Tó er alment galdandi, at matur eigur at verjast móti allari dálking.

Smoltstøðir.
Á smoltstøðirnar verður í fyrsta umfari mælt til at kanna inntaksvatnið fyri pH. Seinni verður støða tikin til um tað er neyðugt at máta fluorid innihald í vatninum á smoltstøðum og um tað harvið eigur at verða økt um resirkulatiónina, soleiðis at minni vatn verður tikið inn.

Nakað um fluorid.
Kanningar í Íslandi vísa at øskan inniheldur fluorid (F-) í stórum nøgdum.

Fluorid er kanska mest kent frá tannkremi, har tað er latið í fyri at styrkja tenninar. Ov stórar nøgdir af fluorid kunnu vera skaðiligar fyri bæði djór og menniskju. Fyri at fáa akutta eitran, skulu sera stórar nøgdir til og er hetta als ikki sannlíkt í hesum føri. Um støðugt verður fari uppum ávís markvirði í longri tíð, er vandi fyri kroniskari eitran. Henda vísir seg við at tenn og beinagrind gerðast illlittar, beinagrindin gerst harafturat bleyt og tennirnar veikar.
Hjá okkum verður mett, at um nakar vandi yvirhøvur skuldi verið við fluorid, er hann nokk størstur í drekkivatninum. Hetta tí at uppsamlaða vatnið oftast kemur frá einum stórum øki, sum verður "vaskað" fyri fluorid tá tað regnar.
Harafturat kunnu djór fáa nakað av fluorid í seg gjøgnum gras, sum verður dálkað av luftini. Ein stórur partur av fluorid verður tó skolað burtur, tá tað regnar.