Afturkalling av eggjablommum

Afturkalling - Ger í pausteuriseraðum eggjablommum

Hvør matvøra:

8 æggeblommer, pasteuriserede

(8 eggjablommur, 2 eggjablommur pr. bikar), 160 g netto

Framleitt: 29.03.2010

Haldføri: 07.06.2010

Batch: H850

Hvar eru hesi seld:
Tað er greitt at vøran hevur verið í føroyskum handlum í vikuni eftir páskir.

Virkið sum kallar vørunar aftur:
HEDEGAARD foods A/S, Glerupvej 5 DK-9560 Hadsund, aut.nr.: 7243

Orsøk:
Tað eru ávíst ger í vøruni.

Vandi:
Tað er eingin beinleiðis heilsuvandi við vøruni, men haldføri er stytt og vøran kann lugta og smakka avvíkjandi og eigur tí ikki at vera nýtt.

Ráð til brúkaran:
Lat vøruna aftur í haldilin har hon er keypt ella koyr hana vekk.

Mynd av vøruni liggur á hesi slóð