Nú er gjørligt at taka skerpikjøt við til Íslands til privata nýtslu

Ísland

Fyri at fáa hetta loyvi er neyðugt at í hvørjum einstøkum føri fyrst at søkja íslendska Fiski- og Landbúnaðarmálaráðið, sí
http://www.sjavarutvegsraduneyti.is .
Eftir hetta skal ein eigaraváttan latast Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har greitt verður frá m.a. hvussu nógv kjøt verður tikið við og hvaðani í Føroyum kjøtið kemur. Oyðublaðið til eigaraváttanina fæst á hesari slóðini.
Embætisdjóralækni skrivar síðani endaligu váttanina til Íslands og skal tann ferðandi hava hesa váttanina við sær, saman við vøruni.
Kostnaðurin fyri eina váttan er kr. 365,- ið skal verða goldið áðrenn váttanin verður útflýggjað. Roknast skal við eini avgreiðslutíð upp á tríggjar dagar. Gjaldið á 365 kr fyri váttanina, er frá og við mars 2011 broytt til 170 kr fyri váttanina.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Birnu Mørkøre, landsdjóralækna.