Afturkalling av kostískoytinum "MMS1"

Danska Fødevarestyrelsen afturkallar kostískoytið "MMS1".

Kostískoytið er selt sum tvær fløskur saman, sí viðhefta tíðindaskriv frá Fødevarestyrelsen.

Í aðrari fløskuni er ein 10% upploysing av citrónsýru.
Í hinari er "MMS" í, sum er ein upploysing við 22,4% av natriumclorit.

Kostískoytið er selt á alnótini á heimasíðunum ”heldigselv.dk” og ”mmsdanmark.dk”.

Orsøkin til afturkallingina er, at danska Fødevareinstituttet metir kostískoytið at vera heilsuliga ivasamt orsakað av nøgdini av clorit/clorat, sum er í.
Tískil er kostískoytið afturkallað.

Ráðini til brúkarar eru antin at bera vøruna aftur til seljaran ella beina hana burtur.

Orsøkin til afturkallingina er, at danska Fødevareinstituttet metir, at kostískoytið er ”sundhedsmæssigt betænkeligt” orsaka av nøgdini av clorit/clorat, sum er í.

Ráðini til brúkarar eru, antin at bera vøruna aftur til seljaran ella beina hana burtur.