Tøkir alifirðir

Smbrt. fylgiskjali 1 í rakstrarkunngerðini, t.e. kunngerð nr. 134 frá 2009, so eru hesi alifirðir tøkir til aling, útyvir teir alifirðir, har aling longu er á alifjørðinum:

A) Lívfiskafirðir, har loyvt er til at ala á lívfiskastøðnum á sjónum:
1) Sandsvágur.
2) Skúvoyarfjørður.

B) Smoltvøtn, har loyvt er at ala á smoltstøðum á vatninum:
4) Vatnsnesvatn omanfyri Hov.

C) Alifirðir, har loyvt er at ala á alistøðum á sjónum ella alistøðum á landi:
  1) Viðvík.
19) Hestfjørður.

D) Alifirðir har loyvt er til at ala í alistøðum á landi:
1) Kalsoyarfjørður.
2) Leirvíksfjørður.

Fyri aling á smoltvøtnum (sí pkt. B), finst ein landstýrissamtykt, sum sigur at alingin skal verða endað áðrenn eitt ávíst árstal.