Bati fyri føroyskan útflutning av frystum fiski til Russlands

Russiski veterineri myndugleikin hevur boðað frá, at føroyskur frystur fiskur kann flytast við køliskipum til Russlands í somu last sum vøra úr øðrum tjóðum, eitt nú úr Íslandi ella Noreg. Hetta merkir ítøkiligt, at plattar við føroyskari frystari fiskavøru kunnu flytast í somu last sum vøra úr øðrum tjóðum, tó við tí treyt, at føroyski fiskurin verður hildin fyri seg og kann identifiserast av russisku veterineru myndugleikunum, tá hann kemur til russiska markið.
Hesin møguleikin skuldi bøtt munandi um umstøðurnar fyri útflutningi av frystum fiski til Russlands. Trupulleikin higartil hevur verið, at føroyskur fiskur skuldi forseglast í last fyri seg; henda loysnin var sera dýr og torfør at fáa at útinna.
Mannagongdirnar viðv. heilsuváttanum, er tó framvegis tann sama, tó undantiki plomberingskravið.