Russlandslistin verður dagførdur í viku 4 í 2010

Heilsufrøðiliga starvsstova vil minna á, at Russlandslistin (listi yvir virki/skip/goymslur góðkend at útflyta fiskavørur til Russlands) verður dagførdur í tíðarskeiðnum frá 25. til 29. januar 2010.
Mannagongd fyri dagføring av Russlandslista varð send virkjunnum tann 28.10.2009.
Hetta merkir, at tey virki/skip/goymslur, sum hava broytingar til verandi lista ella ynskja upptøku á listanum, skulu lata Heilsufrøðiligu starvsstovuni umsókn, eftir tí mannagongd, sum er send tykkum.
Umsóknin skal latast hfs@hfs.fo (og váttað í brævi) sum skjótast, ella í seinasta lagi 28. januar 2010.
Galdandi listi yvir virki, ið kunnu útflyta til Russland, sært tú á hesari slóðini og okkara kunning um sokallað Russlandsmálið, sæst á hesari slóðini.

Upplýsingar í hesum sambandi, kunnu stílast til Óluvu Niclasen, tel: 556433, ella á telduposti oluvanic@hfs.fo