Heilsufrøðiliga starvsstovan luttekur í venjingum hjá ES í.s.v. marknaðeftirlit

Fyrsta dagin fara tveir embætisdjóralæknar á HS á skeið - fyriskipað av ES ráðharraráðnum - um eftirlit við innflutningi av djórum og djóraúrdráttum um marknaðeftirlitsstøðir (eisini kallað BIP støðir).
Skeiðið er eitt av mongum í venjingarætlanini hjá ES nevnd "Better Training for Safer Food" - ætlað eftirlitsfólki hjá ES og teirra samhandilslondum - innan matvørulóggávu, fóðurlóggávu, djóraheilsu og djóratrivnað og plantulóggávu.
Endamálið við venjingunum er, at tryggja brúkaran og verja heilsu og trivnað djóranna. Hetta fæst við, at økja um harmoniseringina millum eftirlitsskipanina hjá ES og skipanunum hjá teimum einstøku limalondunum og samhandilslondunum; skapa javnbjóðis umstøður hjá matvøruvinnunnum í teimum einstøku londunum; økja um handilin við tryggum matvørum og stuðla undir rættvísum handli við triðja lond og serliga menningarlond.
Heilsufrøðiligi myndugleikin og føroyska matvøruvinnan arbeiða í stóran mun eftir altjóða matvørureglum, tá umræður útflutning av matvørum. Hetta setir strong krøv til heilsufrøðiliga myndugleikan, um alsamt at dagføra og harmonisera eftirlitsvirksemið í trá við okkara samhandilslond.
ES fíggjar skeiðsvirksemið, ferð og uppihald innan karmarnar av "Better Training for Safer Food".
Meiri fæst at vita á hesari slóðini.