Umsiting av aliloyvum

Í delegatiónsskrivi frá 18. januar 2010 verða fyrisitingarligu heimildirnar hjá landstýrismanninum smbrt. løgtinglóg um aling av fiski v.m. lagdar til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.
Hetta merkir, at aliumsitingin flytur frá Skráseting Føroya til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, frá 1. januar 2010 at rokna.
Aliumsitingin tekur sær at øllum loyvum til aling av fiski v.m. Íalt er talan um uml. 40 aliloyvir, tvs. bæði á sjógv og landi (smolt- og lívfiskastøðir).
Aliumsitingin heldur til í Vági og er normerað til 1/2 starv.
Ynskjast fleiri upplýsingar, er bert at seta seg í.s.v. Bárð Enni.