Enn ein nýggj kunngerð lýst innan økið hjá okkum

Endamálið við kunngerð nr. 163 frá 21. desember 2009, um yvirvøku og tálming av lúsum hjá alifiski, er at minka um trupulleikarnar við lúsum hjá alifiski og at fyribyrgja at lýsnar gerast mótstøðuførar móti viðgerðarevnum.
Kunngerðin hevur ásetingar um regluligar kanningar av laksi fyri lús, fráboðanarskyldu, viðgerðarhættir og samskipan av viðgerð, skilt soleiðis at eitt ella fleiri aliøki kunnu verða áløgd at viðgerða samstundis.
Upplýsingar um kunngerðina fáast frá Birnu Mørkøre, landsdjóralækna.
Vil tú kunna teg um kunngerðina, so finst hon á hesari leinkjuni.

Laksalús. Kvennkynslúsin er tann størra
Mynd av laksalúsum; hon og hann. Honlúsin er tann størra lúsin.