Nýggj kunngerð um greiningarhættir

Kunngerðin lýsir ES-fyriskipaninar nr. 1883 frá 2006 um royndartøku og greiningarhættir, ið skulu nýtast í sambandi við alment eftirlit við innihaldinum av dioxinum og dioxilíknandi PCB evnum í ávísum matvørum.
Umframt lýsir kunngerðin ES fyriskipan nr. 333 frá 2007 um royndartøku og greiningarhættir, ið skulu nýtast í sambandi við alment eftirlit við innihaldinum av blýggi, cadmium, kyksilvuri, ikki-lívrunnum tini,3-MCPD og benzo(a)pyren í matvørum.

Kunngerðin finst í Kungerðarsavnið 2009 D, Hefti 3 frá 7. desember 2009

Kunngerðin sæst eisini á hesi slóðini.

Spurningar í hesum sambandi kunnu setast Óluvu Niclasen ella Bjørg Mikkelsen