Nýggj kunngerð um markvirði fyri ávís dálkandi evni í matvørum sett í gildi

Dálkandi evnini eru millum annað nitrat, mykotoksinir, blýggj, cadmium, kiksilvur, tin, dioxin, PCB og PAH.
Í sambandi við ta eftirlitsvitjan, sum FVO framdi í Føroyum í september 2008, varð víst á tørvin at seta hesar reglur í gildi, soleiðis at útflutningur Føroya av fiski til ES lýkur tær treytir, sum ásettar eru í veterineru samstarvsavtaluni millum Føroyar og ES. Hetta er eisini partur av ætlanini at endurskoða føroysku matvørulóggávuna sum heild.

Málslýsing.

Matvøruvinnan og Heilsufrøðiliga starvsstovan nýta í dag tær evropeisku reglurnar fyri markvirði fyri dálkandi evni í matvørum, hóast hesar reglur ikki formliga eru galdandi í Føroyum. Hesar reglur hava serligan týdning fyri útflutningsvinnuna og er kunngerðin tí í fyrstu atløgu bert galdandi fyri matvøruframleiðslu, ið er ætlað til útflutnings. Heimamarknaðurin er sostatt ikki fevndur av hesum ásetingum.

Kunngerðin er lýst í kunngerðarsavni 2009 D Hefti 3 frá 7.desember 2009

Kunngerðin er at finna á hesi slóðini.

Ynskjast fleiri upplýsingar, er at seta seg í samband við Óluvu Niclasen ella Bjørg Mikkelsen.