Frágreiðing frá sláturbólki, um skipan av nýggjum reglum um slátur av seyði og neytum

Til tess at veita føroyska brúkaranum trygga og góða matvøru og nútímansgera og menna vinnuligt seyða- og neytahald, samstundis sum fyrilit verður tikið fyri aldagomlu sláturmentanini, verður mælt til, at nýggja matvørulógin stuðlar undir, at møguleiki verður fyri at skipa sláturviðurskifti av seyði og neytum í tríggjar høvuðsbólkar:

1. Loyvt verður privatum fólki at slátra heima til egnu nýtslu, uttan at góðkenning krevst til hetta virksemið frá heilsufrøðiliga myndugleikanum.
2. Loyvt verður privatum fólki at slátra í egnum húsarhaldi at selja beinleiðis til endabrúkara, uttan at góðkenning krevst til hetta virksemið frá heilsufrøðiliga myndugleikanum.
3. Seyða- og neytakjøt, ætlað at selja umvegis heilsølu ella smásølu til endabrúkara, skal verða virkað á løggildum sláturvirki undir eftirliti av embætisdjóralækna.

Slátur til egna nýtslu og slátur ætlað durasølu til endabrúkara skal ikki undir heilsufrøðiligt eftirlit við tí grundgeving, at her er talan um álit millum bónda og keypara, og keypari hevur møguleika at seta seg inn í umstøðurnar undir slátrinum.

Øðrvísi er við teimum kjøtvørum, sum verða seldar endabrúkara umvegis heilsølu ella smásølu, eitt nú í handlum og matstovu. Her eigur sama krav at verða sett føroyskari kjøtvøru, sum verður sett øllum øðrum matvørum seldar á góðkendum støðum; at vørurnar skulu verða virkaðar á løggildum virkjum undir eftirliti av embætisdjóralækna.

Bólkurin mælir at stuðla verður undir, at hesi mál verða rokkin. Neyðugt er við skipanum á landbúnaðarøkinum og heilsufrøðiliga økinum, sum eggja til, at omanfyri nevndu loysnir verða gjøgnumførdar.

Ynskjast fleiri upplýsingar, er at spyrja seg fyri hjá Óluvu Niclasen ella Elspu Petersen.

Frágreiðingin frá sláturbólkinum, sæst á hesari slóðini.