Russlandslistin dagførast í viku 48

Heilsufrøðiliga starvsstovan fer við hesum, at heita á fiskaframleiðarar/goymslur/skip, sum eru áhugað at koma á listan yvir framleiðarar, sum hava loyvið at útflyta fisk og fiskavørur til Russlands, um at senda stovninum umsókn sum skjótast. Freist at koma við tilfari, er seinast 25. november 2009.

Bræv frá 28.10.2009 um dagføring av listanum er sent verandi framleiðarum á listanum og øðrum, sum hava víst áhugað. Um onkur er, sum framvegis ikki veit um mannagongdina við russlandslistanum, so vinarliga setið tykkum í samband við Heilsufrøðiligu starvsstovuna.

Galdandi lista yvir virkir ið m.a. kunnu útflyta til Russland, sært tú á hesari slóðini og okkara kunning um sokallað Russlandsmálið, sæst á hesari slóðini.

Upplýsingar í hesum sambandi, kunnu stílast til Óluva Niclasen, tel: 556433, ella á telduposti oluvanic@hfs.fo