Russisk heimasíða dagførd

Á heimasíðuni hjá Rosselkhoznadzor, finst nú listin yvir føroysku laksa- og fiskavirkini, frostgoymslurnar og verksmiðjuskipini, ið kunnu útflyta til Russland, frá 15. juni 2009.
Slóðin til russisku høvuðssíðuna er hendan, og til sjálvan listan, er hetta slóðin. Seinni koma væntandi aðrir upplýsingar á síðuna, t.d. hvør heilsuváttan er galdandi.
Russiska heimasíðan hevur eisini eina enska útgávu. Enn eru upplýsingarnir um føroysku virkini ikki komnr á ensku útgávuna av síðuni, men hetta kann væntast í næstu.
Undir teiginum "structure" á forsíðuni av ensku útgávuni ber til at finna framm til tey marknaðliðini (BIP), ið eru í Russlandi. Tað verður við eitt av hesum marknaðliðum, at okkara heilsuváttanir og matvørur (partí) verða kannaðar, áðrenn vøran sleppur inn til Russlands.