ÚTFLUTNINGUR

Útflutningur fevnir um fisk í søluendamáli, fisk og djóraúrdráttir til privata nýtslu og útflutning av livandi kelidjórum.
Treyt fyri at kunna útflyta matvøru/fiskavøru er at virkið/skipið, sum framleiðir vøruna, er løggildað. Eisini skulu mynduleikakrøv í móttakaralandinum lúkast.
Fyri at útflyta fisk til ES krevst sum so ikki heilsuváttan vegna heilsufrøðiligu avtaluna ímillum Føroyar og ES (sí niðanfyri).
Fyri at útflyta fisk til lond uttanfyri ES, krevst váttan um at vøran lúkar mynduleikakrøv fyri innflutningi hjá móttakaralandinum.
Heilsuváttan verður bert skriva til vøru, sum ikki er farin av landinum. Liggur vøra á goymslu í øðrum landi, eru tað mynduleikarnir í tí landinum, sum skulu hyggja at vøruni, útfylla neyðugu pappírini, ella senda Heilsufrøðiligu starvsstovuni upplýsingar um vøruna, fyri at Heilsufrøðiliga starvsstovan kann útskriva eina heilsuváttan.
Útflutningur av livandi djórum umfatar bert kelidjór, og skulu mynduleikakrøv hjá móttakaralandinum lúkast.
Kjøtvørur kunnu, sum er, ikki útflytast til ES, og um kjøt skal útflytast til 3`ja land, skulu mynduleikakrøv í móttakaralandinum kannast og lúkast. Sama er við útflutningi av mati til privata nýtslu.
Stórsti útflutningur er fiskur og fiskaúrdráttir til matna og djórafóður.