Avtalan við russisku myndugleikarnar

Vit hava nú lagt russisku avtaluna út á okkara heimasíðu.
Á hesari slóðini finnur tú avtaluna á russiskum og eisini føroyska tekstin til avtaluna. Haraftrat eru tær russisku saniteru reglurnar (eingilskur tekstur), eisini at finna á hesari síðuni.

Rosselkhoznadzor
Logo-ið hjá Rosselkoznadzor.

Rosselkoznadzor hevur umtalað avtaluna við Føroyar á sínari heimasíðu. Á hesari slóðini sæst umtalan á russiskum.
Vit hava fingið umett hetta og teksturin er:

"Um undirskriving av fleiri bilateralum MOU (Memorandum of Understanding) til tess at tryggja fisk og aðra havframleiðsu, sum verður útflutt úr ES til Russlands.
Eftir ein fund millum stjóran í Rosselkhoznadsdor, Sergej Dankvert, og varastjóran í ES-aðalstýrinum fyri heilsu og brúkaravernd (DG SANGO), Paola Testori Kodzhi, og leiðararnar av heilsustýrunum í ES-londum blivu í gjár í Berlin undirskrivað bilateral MOU um treytir fyri levering til Russlands av fiski, fiskavørum og aðrari havframleiðslu úr Bretlandi, Týsklandi, Írlandi, Spania, Italia, Lettlandi, Litava, Estlandi, Hollandi, Polandi, Portugál, Slovenia, Fraklandi og Svøríki. Skjølini eru grundað á tilsvarandi typu-memorandum, sum bleiv parafirerað av leiðsluni í Rosselkhoznadsor og DG SANCO tann 18. december 2008 í Bruxelles.
Í dag bleiv undirskrivað Memorandum millum Rosselkhoznadsor og Heilsufrøðiligu Starvsstovu Føroya um treytirnar fyri útflutningi úr Føroyum til Russlands av framleiðslu, sum er undir landsins veterinera eftirliti".


Síðan málið við russisku myndugleikarnar byrjaði, hava vit gjørt nakrar tíðindastubbar. Á hesari slóðini sær tú teir stubbar ið hava verið um hetta evnið.