Samstarvsavtala við russarar undirskrivað.

Heilsufrøðiliga starvsstovan og Rosselkoznadsor hava í dag undirskrivað samstarvsavtalu. Avtalan inniber at føroyingar nú aftur kunnu útflyta fisk og fiskavørur til Russlands. Hesin útflutningur kann byrja aftur tá russarar hava góðkent okkara lista yvir virkir og boða sínum marknaðeftirlitsstøðum frá hesum og at skabelónin til heilsuváttanir er góðkend av russisku myndugleikunum. Um alt gongur sum ætlað er hetta komið í rættlag innanfyri ein mánaða.

RUSS1
Mynd: Igor Chernyshenko og Bárður Enni hava júst undirskrivað samstarvsavtalu

Samstarvsavtalan skal tryggja, at russar fáa tryggan og dygdagóðan fisk og fiskavørur av føroyskum uppruna, sum er framleiddar á virkjum og skipum, sum umframt føroysk krøv eisini lúka russisk heilsufrøðilig krøv. Eisini var staðfest, at galdandi mannagongd í sambandi við umlasting av feskum alifiski kann halda fram.

Russar lógdu dent á, at teir hava álit á heilsufrøðiligu myndugleikunum í Føroyum. Teir løgdu í okkara hendur, at gera ein lista við virkjum, sum lúka russiska lóggávu. Hesin listi verður sendur Rosselkhoznadsor til góðkenningar. Ikki er neyðugt við russiskari eftirlitsvitjan, áðrenn virkini kunnu byrja útflutning til Russlands.

Russiski myndugleikin kemur aftur á eftirlitsvitjan, møguliga einaferð síðst í árinum. Tá velja tey nøkur virki á listanum at hyggja nærri eftir. Um hesi útvaldu lúka heilsufrøðiligi krøvini, verður hetta ein staðfesting av tí áliti sum russar hava víst føroysku eftirlitsskipanini og virkjunum sum heild.

RUSS2
Mynd: russiska og føroyska samráðingarnevndin.